ÁBYRGDARØKI
Arbeiðsumhvørvi
Tilbúgving
Eltrygd
Brunatrygd
Sálarligt arbeiðsumhvørvi
Arbeiðsskaðatrygging
Mát og vekt
Spreingievni og -arbeiði
Fýrverk
Vinnukaving
Royking
Vís øll ábyrgdarøki
SNARVEGIR
ARBEIÐSÓHAPP
2021
210
2020
189
2019
227
Vís øll hagtøl
MANGAN SPURT

Arbeiðs- og brunaeftirlitið skrivar út vinnubrøv grundað á skeið frá veitarum, sum myndugleikin hevur góðkent.

Góðkendu veitararnir eru at finna á løggildingarlistanum hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.

Sambært norðurlendskum avtalum skrivar Arbeiðs- og brunaeftirlitið eisini út føroysk vinnubrøv, grundað á tilsvarandi vinnubrøv frá øðrum norðurlendskum myndugleikum.

Vinnubrøv frá londum uttanfyri Norðurlond verða bert umbýtt til føroysk, um hesi fyrst eru góðkend av øðrum norðurlendskum myndugleika.

Arbeiðsumhvørvislógin áleggur øllum føstum arbeiðsplássum ella deildum, har ið 10 fólk ella fleiri arbeiða, at samskipa trygdar- og heilsuarbeiðið á arbeiðsplássinum. Sí vegleiðing um trygdarskipan á føstum arbeiðsplássum her.

Arbeiðsumhvørvislógin ásetur ikki eitt ítøkiligt mark fyri, hvussu tungt ein kann lyfta. Tó sigur lógin, at alt arbeiði skal verða skipað soleiðis, at tað kann útinnast trygdarliga og heilsuliga fult forsvarligt. Tá ið eitthvørt skal lyftast, skumpast ella dragast, er tí neyðugt at hava í huga, hvussu hetta kann gerast á ein hátt, ið er tryggur og heilsuliga forsvarligur.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið vísir til fylgjandi vegleiðingar um lyftingar:

Eitt arbeiðsóhapp er, tá ið ein persónur fingið ein skaða í arbeiði fyri ein arbeiðsgevara.

Eitt arbeiðsóhapp skal fráboðast, tá ið óhappið hevur við sær óarbeiðsføri í ein ella fleiri dagar umframt skaðadagin.

Vís allar spurningar
KUNNING
22. des. 2024

Skrivstovu­fólk til Arbeiðs- og brunaeftirlitið

04. des. 2024

5 góð ráð um eini brunatrygg jól

26. nov. 2024

Starv sum løgfrøð­ingur til Arbeiðs- og brunaeftirlitið

25. nov. 2024

5 góð ráð um eini brunatrygg jól