Um Vanlukkutryggingarráðið

Arbeiðs- og brunaeftirlitið er umsiting hjá Vanlukkutryggingarráðnum.

Vanlukkutryggingarráðið tekur sambært arbeiðsskaðatryggingarlógini avgerð í málum um arbeiðsskaðatrygging og í málum viðvíkjandi vinnusjúkum, hendar í sambandi við arbeiði.

Vanlukkutryggingaráðið tekur sostatt avgerð um, hvørt tryggjaði hevur rætt til veitingar sambært arbeiðsskaðatryggingarlógini.

Hvussu er ráðið sett saman

Vanlukkutryggingarráðið er mannað við einum løfrøðingi, sum forfólki, umframt 4 nevndarlimum, sum landsstýrisfólkið tilnevnir, har ið ein teirra skal vera útbúgvin lækni og verða tilnevndur eftir tilmæli frá Vanlukkutryggingarráðnum, fyri 4 ár í senn.

Harumframt velur landsstýrismaðurin 3 varalimir fyri 4 ár í senn. Í løtuni eru valdu limirnir:

  • Jóanna Djurhuus, løgfrøðingur og forfólk 
  • Rudi Kollslíð, yvirlækn
  • Erling Pætur á Argjagarði, ergoterapeutur
  • Pál Weihe, yvirlækni
  • Annika Helgadóttir Davidsen, ph.d. í sálarfrøði