26. nov. 2024

Starv sum løgfrøðingur til Arbeiðs- og brunaeftirlitið

Starv sum løgfrøðingur hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum er leyst at søkja.


Um starvið
Talan er um eitt spennandi og avbjóðandi starv, har tú ert partur av einum løgfrøðiligum toymi, ið millum annað virkar sum umsiting hjá Føroya Vanlukkutryggingarráð. Tvørfakligt samstarv er eitt lyklaorð og tú ert við til at taka stórar, týdningarmiklar og stundum truplar løgfrøðiligar avgerðir.

Tú kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við starvsfelagar, ið bæði hava løgfrøðiliga, samfelagsvísindaliga og tekniska bakgrund.

Arbeiðsuppgávurnar verða í høvuðsheitum:

  • At málsviðgera og fyrireika mál til støðutakan, m.a. vanlukkutryggingarmál, ið eru fevnd av arbeiðsskaðatrygginarlógini.
  • At ráðgeva og vegleiða starvsfólkum í mun til løgfrøðilig ivamál og málsviðgerð.
  • At luttaka í lóggávuarbeiði á økjunum sum stovnurin umsitur
  • At luttaka í førleikamenning av starvsfólkum
  • At veita borgarum vegleiðing í ivamálum innan umsitingarøkini hjá stovninum.


Um teg
Tú ert væl fyri fakliga og hevur ágrýtni til at seta teg inn í nýggja lóggávu og arbeiðsgongdir,

  • Tú er opin fyri tillagingum í starvinum og fyri at fáa nýggjar uppgávur.
  • Tú dugir væl at samskifta á føroyskum í skrift og talu og kanst gera teg skilliga/-n á norðurlendskum og enskum máli.
  • Tú ert røkin og dugir at arbeiða miðvíst, bæði sjálvstøðugt og í toymi.
  • Tú dugir at nýta vanliga KT

Vit leggja harumframt dent á, at tú hevur eitt jaligt og stuðlandi lyndi og sjálv/-ur viðvirkar til eitt gott arbeiðsumhvørvi á stovninum.

Ynskiligt er, at umsøkjarin hevur viðkomandi starvsroyndir. 


Førleikakrøv
Tann, sum verður sett/-ur, skal hava prógv sum løgfrøðingur á kandidatstigi/embætisprógv.


Lønar- og setanartreytir
Talan um fast starv, ið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingarfelag Føroya

Starvið verður sett skjótast gjørligt.


Umsókn
Umsóknir til starvið við avriti av prógvum og viðmælum skulu sendast til Arbeiðs- og brunaeftirlitið, undir Bryggjubakka 27, FO-110 Tórshavn, ella til umsokn@arb.fo

Umsóknarfreistin er mánadagin tann 18. november 2024 klokkan 12:00. 

Meira kunning um starvið fæst við at venda sær til Jógvan Arnason Djurhuus, deildarleiðara, á telefon 23 64 53 ella við telduposti á JAD@arb.fo


Arbeiðs- og brunaeftirlitið er eftirlits- og vitanarstovnur undir Umhvørvismálaráðnum og Løgmálaráðnum. Stovnurin er føroyski myndugleikin fyri arbeiðsumhvørvi, samskipan av tilbúgving, brunatrygd, mát og vekt, spreingievni, vinnukaving og fýrverk.

Høvuðsuppgávurnar hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum eru støðugt at betra trygdina og vitanarstøðið á økjunum, sum stovnurin umsitur. Hesum málum røkkur stovnurin við dygdargóðari umsiting, fakligari leiðbeining, málrættaðum eftirlitum og gransking av óynsktum hendingum.

KUNNING
03. mai. 2022

Trý nýggj oyðubløð til eløkið

13. apr. 2022

Børn og ung skulu hava eitt trygt arbeiðsumhvørvi

28. mar. 2022

Árligt gjald fyri løggilding av elinnleggjarum

24. mar. 2022

Eltrygd